Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Stjórn Føroya Fólkaháskúla/ Turið Sigurðardóttir: Stjórin á Føroya Fólkaháskúla tey næstu fimm árini verður Hedvig Westerlund-Kapnas.

Hedvig, sum er ættað úr Finnlandi, hevur drúgvar og hollar royndir í at skipa og standa fyri mentanarligum verkætlanum, serstakliga fyri ungdóm.

Av tí fjølbroyttu yrkisleiðini hjá Hedvig skulu vit nevna, at frá 2008-2016 var hon leiðari fyri Listaleypin, eitt tiltak við endamálinum at lata fólkaskúlanæmingar uppliva yrkislist, sum Mentamálaráðið, kommunurnar og Norðurlandahúsið samfíggja. Í nevnda tíðarskeiðinum var hon eisini verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum og stovnaði í hesum starvi Barnafestivalin,  ungdómslistastevnuna Ung í Føroyum (saman við Rakel Helmsdal) og Altjóða frásøgudag í Norðurlandahúsinum.

Síðan 2016 hevur Hedvig búð í Helsinki og hevur starvast sum seniorráðgevi við samskipanarábyrgd  fyri Nordisk Kulturkontakt, sum er stovnur undir Norðurlendska ráðharraráðnum.

Hedvig búði í Føroyum við familju síni frá 1998 til 2016 og er meinkunnug við føroyska samfelagið, mentan og mentanarvirksemi tess. Hon er køn í føroyskum máli og hevur BA-prógv í føroyskum. Yrkisútbúgving hennara er leiklistarlig, hon hevur útbúgving úr Belgia sum teaturpedagogur. Hedvig hevur sera góð sambond við skapandi fólk í Føroyum eins væl og í og uttan fyri Norðurlond.

Hedvig Westerlund-Kapnas byrjar sum stjóri á Háskúlanum 1. oktober.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo