Ein nýggjur sosialur miðil hevur sæð dagsins ljós í Føroyum.
Miðilin minnir mest um twitter, har ber til at senda stutt boð og miðilin byggir á tøknina handa Mastodon, sum eisini er í fleiri øðrum londum.
Tað er Ólavur Ellefsen, sum áður hevur gjørt væl umtóktar síður sum til dømis ð.fo, sum stendur aftanfyri nýggja sosiala miðilin.
Hann upplýsir, at hann eisini í næstum fer at lansera síðuna ó.fo, sum er eitt slag av spurnarkapping.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo