Skúlablaðið: Hoyvíkar skúli hevur staðið ovarlaga á raðfestingarlistanum hjá Tórshavnar kommunu í fleiri ár, og nú eru útlit fyri, at verulig ferð kemur á arbeiðið at ríva gamla skúlan niður og byggja nýggjan ístaðin.
Tað sigur Heini Gaard, leiðari á Mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu.
- Vit hava arbeitt við fleiri møguleikum. Tekningar eru gjørdar av einum tvísporaðum skúla og einum trísporaðum skúla. Tað letur seg gera at byggja ein trísporaðan skúla, men tá verður ógvuliga trongt á økinum, og tí hava vit í fyrsta umfari valt at arbeiða víðari við verkætlanini at byggja nýggjan tvísporaðan skúla, sigur Heini Gaard.
Tórshavnar kommuna hevur í fleiri umførum gjørt ábøtur á gamla Hoyvíkar skúla. Tilsamans er talan um dagføringar fyri fleiri milliónir krónur, men nú er stundin komin at hugsa nýtt og øðrvísi, heldur kommunan.
Í løtuni er Tórshavnar kommuna í ferð við at finna eina skikkaða loysn á, hvussu og hvar næmingar í Hoyvíkar skúla kunnu húsast, tá farast skal undir arbeiðið at byggja nýggjan skúla fyri tann verandi.
- Tað er ikki bara sum at siga tað at flyta so nógvar næmingar í einum høggi. Vit hava kannað fleiri møguleikar, og beint fyri summarfrítíðina vóru vit í Hoydølum og kannaðu umstøðurnar á gamla Studentaskúlanum. Tað er ein møguleiki, men vit eru ikki komin á mál við tí arbeiðinum, sigur Heini Gaard og leggur aftrat, at eisini Studentaskúlin hevur ábøtur fyri neyðini.
Í løtuni húsast barnagarður í niðastu hæddini á gamla Studentaskúlanum, men talan er ikki um eina varandi loysn, men um eina fyribils.
Enn er eingin kostnaðarmeting gjørd, sum vísir, hvat tað fer at kosta Tórshavnar kommunu at ríva gamla skúlan í Hoyvík niður og byggja nýggjan upp aftur.
- Vit hugsavna okkum í fyrsta umfari um at finna hóskandi høli at hýsa næmingunum. Tá tað er gjørt, fara vit at hyggja nærri upp á nýggju verkætlanina, sigur Heini Gaard.
Brot úr samrøðu í Skúlablað nr 5, 2024, sum Jákup Bogi Joensen hevur gjørt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo