Eysturkommuna: Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skrivað undir nýggjan sáttmála um skúlasamstarv fyri skúlagongd eftir 7. flokk. Skúlasamstarvið eitur Framvit.
Talan er um eitt felags skúlasamstarv, við javnbjóðis ávirkan og ábyrgd, fyri skúla viðurskifti eftir 7. skúlaár.
Nýggi sáttmálin inniber, at Fuglafjarðar skúli framhaldandi verður karmur um framhaldsdeildina. Sáttmálin er galdandi frá 1. august 2017 og fram til 2037.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo