Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Húsarhaldsskúli Føroya: Í dag hava Kjartan Hansen, stjóri í byggifelagnum Kanjon í Klaksvík, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúla Føroya, skrivað undir arbeiðstakarsáttmála um bygging av nýggjum Húsarhaldsskúla í Klaksvík.

Frøðin var stór á Húsarhaldsskúlanum í dag, nú sáttmálin bleiv undirskrivaður.

Langar bíðirøðir
Í nógv ár hava bíðirøðirnar verið langar at sleppa inn á skúlan. Nýggi skúlin fer at stytta um bíðirøðirnar, tí her er pláss fyri nógv fleiri  næmingum enn á verandi skúla.

Og ongantíð áður hevur tørvurin, at seta fokus á mat, verið størri, enn hann er júst nú. Vit hoyra um matoyðsl, burðardyggan mat, stuttflutt, matmentan, hækkandi matvøruprísir, ovurfita, o.l. Á Húsarhaldsskúlanum lofta vit øllum hesum spurningunum og læra næmingarnar alt um mat. At gagnnýta mat, at gera mat og at vera tilvita um, hvat matur ger við okkum.

Handarbeiðslæran er eisini  sera fjølbroytt og sýnir skúlin stórstu virðing fyri føroyskum handarbeiði. Tilvitskan um at kunna skapa sítt egnað og at gera tað “unikka”, er sunn og mennandi fyri einstaka næmingin.

Vit fáa nú bestu karmar at hugsa grønt, burðardygt, kreativt og heilsugott.

“Vit síggja fram til at geva okkara íkast til eitt livandi og mennandi miðbýarumhvørvi í Klaksvík við næmingum úr øllum Føroyum”, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúla Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo