Seinastu tíðina hava fólk staðið í bíðirøð at hjálpa ukrainum sum eru í svárari neyð í heimlandinum, og nú er so ein nýggjur og genialur háttur at hjálpa vorðin sera vælumtóktur.
Fólk eru farin at leiga íbúðir hjá ukrainum gjøgnum AirBnb, uttan tó nakrantíð at møta upp, skrivar TV 2.
Ein av teimum, sum hevur gjørt tað er 43 ára gamli Janus Tobias Saito-Madsen. Hann hevur bókað fleiri rúm "proforma" í ukrainsku býunum Kharkiv og Mariupol.
Og sambært AirBnb so hevur firmaið móttikið í 48 tímar knappar 2 milliónir dollarar í bíleggingum frá fólki, sum ikki ætla sær at búgva har, men donera pengarnar ístaðin fyri.
Tað skrivar stjórin í AirBnb, Brian Chesky, á Twitter.
AirBnb hevur eisini undirstrikað á Twitter, at AirBnb fær ongan peningaligan vinning av hesum, men at allur peningurin fer óskorin til ukrainska útleigaran.
In 48 hours, 61,406 nights have been booked in Ukraine. That's $1.9M going to Hosts in need
— Brian Chesky ???????? (@bchesky) March 4, 2022
Such a cool idea from our community. Thank you https://t.co/MEitgKB5Eo
2. We need help to meet this goal. The greatest need we have is for more people who can offer their homes in nearby countries, including Poland, Germany, Hungary and Romania. If you can host a refugee, go here: https://t.co/oCtjjcU6Ll
— Brian Chesky ???????? (@bchesky) February 28, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo