Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tórshavnar kommuna: Í dag varð móttøka í samband við, at Richard B. Thomsen letur upp eina deild í Havn.

Handilin, sum m.a. selur køkar og baðirúmsmøblar, er í Dr. Jacobsensgøtu.

Richard B. Thomsen, ið hevur høvuðssæti á Tvøroyri, er ein av elstu fyritøkunum í Føroyum.

Á móttøkuni í dag helt Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu røðu.

Her er brot úr røðuni hjá borgarstjóranum:

"Hugaligt at vera við her í dag, nú ein nýggj fyritøka letur upp í Tórshavnar kommunu.

Ella nýggj og nýggj. Fyritøkan Richard B. Thomsen er nærum 100 ára gomul, frá 1929.

Stovnað á Tvøroyri, har tit eisini hava hildið til og framvegis halda til í søguligum bygningum og søguligum umhvørvið.

Men tað gleðir meg, at tit nú eisini leita norð um fjørðin og lata upp hølir her í miðbýnum í Havn.

Richard B. Thomsen var ikki bara vinnulívsmaður, hann var eisini skald. 

Tí er tað kanska hóskandi, at fyritøkan Richard B. Thomsen er staðsett í Dr. Jacobsensgøtu, sum er uppkallað eftir Jacob Jacobsen, sum eisini fekst við skaldskap. Dr. Jacobsen slóðaði fyri, savnaði inn søgur og ævintýr, og kom við einum boði uppá føroyska skriftmálið.

Og at reka fyritøku er eisini at slóða fyri, at taka avgerðir og seta í verk. Tú hevur eitt hugskot ella eina søgu, setur tær mál, og tá tú so røkkur málinum er tað, sum eitt ævintýr, ið gerst veruleiki.

Nú er aftur ljós í øllum handilsvindeygum her í ovara parti av Dr. Jacobsengøtu. Tað er stuttligt og boðar frá framburði í handils og vinnulívinum í miðbýnum í Havn."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo