Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Nú er nýtt graslíkið lagt á vøllin inni í Vika. Í fjør skifti Tórshavnar kommuna tríggjar graslíkisvøllir í Gundadali og Tórsvølli, og tá varð samtundis fyrireikað at skifta 12 ára gamla graslíkisvøllin vøllin á Argjum.

Umframt at skifta graslíkið, skuldu eisini onnur arbeiðir gerast, millum annað at breiðka vøllin nakað, so at størri pláss er frá strikunum og út til bandarnar, nakað sum FSF krevur. Eisini eru nýggjar girðingar gjørdar, og fígging er eisini játtað til at betra munandi um parkeringsviðurskiftini.

- Hetta er triði graslíkisvøllurin á Argjum. Men hetta er tann fyrsti av slíkum slag í Tórshavnar kommunu, og sum vit eru sera spent uppá, segði Heðin Mortensen, tá vøllurin varð handaður nú seinnapartin.

- Øllum kunnugt hava nógvar atfinningar verið av graslíkisvøllum, tá um gummigranulatið viðvíkur, tvs. fyllan ella hetta leysa tilfarið oman á vøllinum, og sum kann dálka náttúruna. Graslíkisframleiðarar hava tí eisini lagt seg eftir at menna umhvørvisvinarligar loysnir, og UEFA hevur eisini eggjað til hesa gongd.

- Sum kommuna og saman við fótbóltssamfelagnum skulu vit sjálvandi taka ábyrgd av umhvørvinum. Og tað hevur Argja Bóltfelag eisini gjørt í hesum føri og teimum til stórt rós.

- Tað serstaka við hesum vølli er, at tilfarið, sum fyrr var gummigranulat, nú er gjørt av korki, tvs. einum náttúrutilfari, ið ikki skaðar náttúruna. Vit kenna kanska best kork frá vínfløskum og innandura gólvum, men staðfest er, at tað eisini kann nýtast til graslíksvøllir, hóast bæði vind, regn og kava.

- Sum við øllum nýggjum kann man ivast í, nær rætta løtan er at skifta til tað nýggja – vit kannaðu royndirnar aðrastaðni, og hvussu hetta annars riggaði í mun til upplivingina hjá leikarunum, og einki var at fýlast á. Býráðið tók tí avgerð um, at graslíkisvøllurin á Argjum skuldi peika fram í tíðina, har kommunan tók ábygd eisini av teim umhvørvisligu atlitinum.

- Graslíkisvøllin hevur Føroya Møblasøla við Birgiri Andreassen veitt. Hann er royndur í fakinum og umboðar merkið DOMO, ið er hollendskt. Hesir vøllir eru í mongum londum og hava prógvað sína dygd. Veðrið hevur verið ein avbjóðing, regn og vindur, ja, tað mundi alt fokið í vindinum, men við góðum fólki spælti alt væl av.

- Tað er ikki meira enn ein góður mánaður síðani, at AB sjálvt fór undir at taka gamla graslíkið av, so klárt skuldi vera at leggja alt tað nýggja á. Tað er altíð hugaligt, at felagið tekur lut í slíkum arbeiði.

- Aðrir veitarar eru LBF, sum hevur ráðgivið og mált lendið upp, Articon, ið hevur víðkað vøllin, asfalterað og stoypt. Undirveitarar hjá Articon vóru EM-Asfalt og Sp/F Bárður Hentze. Annað betongarbeiði og slírar hevur Sp/F Armering og Betong v/Andrass Thomsen gjørt. Flutningi hava IR Lastbilar og Smyril Line staðið fyri.

- Í høvuðsstaðnum er stór kapping millum fótbóltsfeløgini, men andin teirra millum er altíð góður og altíð hjálpast tey um venjingartíðir, tá vøllur ikki er tøkur nakrar vikur, hvørja ferð graslíki verður skift. Takk skulu tey hava fyri tað.

- Tá hetta árið er runnið, er alt sum bendir á, at fólkatalið á Argjum fer upp um 2.500 íbúgvar. Tá vøllurin kom í 1981 vóru tey beint um tey 1.000. Tað sæst eisini aftur í stóra virkseminum, sum er her inni í Vika so at siga allar dagar á tamb.

- Tað er eingin loyna, at fyri trivnaðin og menningina á Argjum hevur bóltfelagið stóran týdning. Tað er tí eisini við gleði, at kommunan ger slíkar íløgur í umstøðurnar hjá felagnum, sum aftur kemur ungdóminum og teim vaksnu til góðar.

- Og fyri serligu samleikakensluna á Argjum hevur ítróturin stóran týdning, og tá lyfta øll í felag, bæði bóltfelagið, róðrarfelagið og hondbóltsfelagið.

- Eg skal við hesum ynskja tykkum øllum bestu eydnu við nýggja og framkomna graslíkisvøllinum, og takka tykkum øllum, sum hava arbeitt við verkætlanini, fyri valaverk, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo