Føroya Møblasøla: Í gjár handaði Føroya Møblasøla Sørvágs kommunu nýggja graslíkisvøllin á Dungasandi.
Arbeiðið at leggja vøllin á hevur gingið avbera væl. Ein fyritreyt fyri at leggja vøllin á, er at tað skal vera turt, og veðrið hevur hepnast væl hesar dagarnar.
Byrjað varð hósmorgunin og longu í gjár, týsdagin, var arbeiðið liðugt, og kl. 15:00 var vøllurin handaður kommununi og longu tveir tímar seinni var besta liðið hjá 07 Vestur á vøllinum og vandi.
Graslíkið er frá Domo Sports Grass, tað er í hægstu góðsku og FIFA góðkent. Fyllan er umhvørvisvinarligt hágóðsku tundur. Gamla graslíkið var frá 2017, og nú varð tíðin búgvin at skifta tað út.
Næsti heimadystur á Dungasandi verður sunnudagin 4. august, tá O7 Vestur tekur í móti føroyameistararnir úr KÍ.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo