Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Thetis: Kanningarstovan Thetis hevur nú fingið góðkenning frá DANAK til at nýta ein nýggjan kanningarhátt, MDS, til at eyðmerkja Listeria monocytogenes í matvøru- og umhvørvissýnum: TM 009, sum vísir til AFNOR 3M 01/15-09/16. Hesin háttur ger tað møguligt fyri okkum at staðfesta Listeria monocytogenes neyvari og væl skjótari enn áður.

Væl skjótari úrslit við MDS (Molecular Detection System)
Nakrir av størstu fyrimununum við góðkenningini av nýggja kanningarháttinum á MDS er neyvleikin og skjótleikin.

MDS er grundað á LAMP (loop-mediated isothermal amplication) DNA amplifisering, ið er ein sera specifikkur og sensitivur kanningarháttur.

- Við hesi góðkenning kunnu vit nú veita kundum okkara úrslit ein heilan dag skjótari enn aðrir hættir á marknaðinum. Hesin skjótleikin kann vera avgerandi fyri okkara kundar, sum hava tørv á skjótum og álítandi svari í teirra góðskueftirliti og útflutningi, sigur Elin Djurhuus Joensen, stjóri.

Nýggju Reglurnar hjá ES um Null Tolsemi fyri Listeria
Harumframt er ES í ferð við at seta nýggjar reglur í verk, sum krevja null tolsemi fyri Listeria monocytogenes í matvørum. Herdu krøvini gera tað enn týdningarmiklari fyri matframleiðarar og útflytarar at tryggja, at teirra vørur eru fríar fyri Listeria monocytogenes.

- Við hesum nýggja góðkenda kanningarhættinum kann Thetis hjálpa kundum sínum at tillaga viðurskifti í framleiðsluni væl skjótari enn áður, og at lúka herdu krøvini og verja fólkaheilsuna, sigur Elin Djurhuus Joensen, stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo