Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Á landsfundi Javnaðarfloksins, sum var hildin um vikuskiftið, varð útskifting gjørd í formansskapinum.

Jóna Ólavsdóttir legði frá sær sum 2. næstforkvinna, og Jens Arni Leo Hammerfoss tók við sum 2. næstformaður. 

Í formansskapinum sita formaðurin, tingbólkaformaðurin, sum er føddur næstformaður, umframt annar næstformaður, sum ikki er fólkavaldur.

Formansskapurin er tí í dag Aksel V. Johannesen, formaður, Eyðgunn Samuelsen, næstforkvinna og Jens Arni Leo Hammerfoss, annar næstformaður.  

Jens Arni starvast sum lærari í søgu, heimspeki og fornaldarfrøði á Glasi og býr í Froðba við unnustuni Sólfríð og teirra trimum børnum.

Jens Arni hevur verið formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag síðan 2013 og hevur eisini stillað upp fyri flokkin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo