Burðardygt Vinnulív/Umhvørvisstovan: Burðardygt Vinnulív og Umhvørvisstovan fara í morgin, týsdagin 14. februar 2023, at almannakunngera fyrstu útgávuna av einum ókeypis CO2-rokniamboði, sum ger tað lættari hjá vinnuni í Føroyum at rokna sítt CO2 útlát.
CO2-roknarin fer at stuðla føroyskum fyritøkum í at rokna og fráboða egið CO2 útlát, og fer vónandi at eggja fyritøkum til at fylgja tilmælunum frá granskarum, um í fyrsta lagi at seta sær mál fyri at minka um CO2 útlátið og í øðrum lagi at fullføra átøk at røkka hesum málunum.
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni: “Vit eru fegin um samstarvið við Burðardygt Vinnulív um hesa verkætlan, sum fer at eggja vinnulívinum at taka ábyrgd fyri teirra ávirkan á umhvørvið. Í dag yvirtekur Umhvørvisstovan ognarskapin av CO2-roknaranum, sum vit fara at dagføra árliga og hava á heimasíðu okkara tøkan til nýtslu hjá øllum fyritøkum og øðrum.”
Jan Ziskasen, nevndarformaður í Burðardygt Vinnulív: “Samstarvið við Umhvørvisstovuna um CO2-roknaran stuðlar undir aðalmálinum at virka fyri einum grønum umskifti í Føroyum. Hetta eru vit errin og vónrík um.”
CO2-roknarin verður tøkur á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni týsdagin.
Á tiltakinum fara Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele og formaður í Burðadyggumt Vinnulívið, og Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, at hava orðið áðrenn Umhvørvisstovan fer at vísa, hvussu CO2-roknarin verður brúktur.
Øll eru vælkomin til tiltakið, sum verður týsdagin tann 14. februar kl. 14.00 á:
Føroya Tele
Klingran 3
188 Hoyvík
Tær tólv stovnandi fyritøkurnar eru: Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele (Faroese Telecom), Gist og Vist, JT electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo