Sands kommuna: À bygdaráðsfundi í gjár, 29-04-2024, samtykti eitt samt bygdarráð á Sandi, at geva byggiloyvi til nýggja barnagarðin, sum kemur at hýsa umleið 100 børnum.
Tað er Bulur í Kollafirði, sum skal byggja, sáttmálið er undirskrivaður.
Nýggi barnagarðurin er nærmasti granni til nýggju útstykkingina sum telur 30 grundstykkir.
Grundstikkini eru liðug so tá Umhvørvisstovan hevur sett mørk, verða stykkini útlutað.
Áhugin at ogna sær eitt grundstykki er ovurstórur.
Sands kommuna fegnast um framburðin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo