Eftirsum tann hol-glaði Dennis HOLm fyri akkurát tveimum árum síðani braneggjaður og ovfara-kátur lovaði, at hann fór at bora hol í suðuroyar-sjógvin í allarseinasta lagi nýggjársaftan 2024, hava nógv fólk, serliga í Sandvík og Hvalba, men eisini fleiri seyðir á Skarvanesi glett seg ófatuliga nógv til december mánaða og serliga til, at Dennis skal gera landgongd við boriamboðum nýggjársaftan í Sandvík.
Tað hevur ført við sær, at ótolnir hol-vinir hava framleitt ein kunstneriskan nýggjárskalendara við 31 lúkum, sum kunnu latast upp hvønn morgun í Suðuroy, líka til Dennis fer at bora.
Hol-kalendarin hevur gingið sum glóðheitt breyð, og sjálvt í Skúgvi og eisini á Dímun er hann longu útseldur.
Enn vita vit sjálvandi ikki, hvat er aftanfyri tær dagligu lúkurnar, men allarhelst vera fleiri myndir av Dennisi og tí holfegna og skaliga Bori-stjóranum í Tunell-losjuni
Onkur suðuroyarpolitikari fær helst sína heilt egnu lúku.
Tann legendariski holkalendarin kann kortini koma at vera ein konkurrentur til teir klassisku jólakalendararnar, sum bara hava 24 lúkur, men í flestu heimum í Suðuroy hava fólk kortini keypt báðar.
Dennis sjálvur hevur skotið upp, at hann kann lata seg í ein holbúna sum nýggjársmaður og hava nýggjárs-góðgæti við sær til bygdarfólkið, tá ið hann fer at skjóta.
Tá ið bæði borað og skotið er, ætlar Dennis at pynta eina gravkúgv við kramarhúsum og hjartakurvum, sum sandvíkingar kunnu dansa um, meðan Dennis býtir út holukakur og borigávur frá Landsverki til allar óvitar og holnevndina hjá Eysturoyar/Sandoyar-losjuni.
Onkur skeptiskur hvalbingur hevur mælt, at hann stúrir fyri, at holið hjá Dennisi verður nýggjárstrøll, tí hann hevur frætt, at løgmaður ikki kemur til Sandvíkar, har Dennis hevði ætlað at hildið pressufund um holið í knæstyvlum, tá ið síðsta kalendaralúkan skuldi latast upp av løgmanni.
Dennis hevur kortini fingið lovað, at hann kann halda ein alternativan pressufund í fjøruni á Stóru Dímun, har útsýnið er gott til bæði Skarvanesar og Sandvíkar, meðan væl ber til at venda rygg til Skúvoyar, har slett eingin holveitsla verður.
Sumbingar hava lovað at kvøða og skipað eitt drúgt Holkvæði rundan um gravkúnna og boriamboðini hjá Dennisi og Landsverki.
Man roknar við, at holkvæðið fer at vara í tíggju ár.
Virgar Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo