Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrst fari eg av hjarta at takka fyri stuðulin, sum eg og Javnaðarflokkurin fingu, og sum aftur einaferð gevur mær møguleika at røkja týdningarmikla starvið sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Formliga velur býráðið borgarstjóran – fólkið velur hann ikki beinleiðis. Men ein borgarstjóri er bara borgarstjóri hjá fólkinum, um hann ger seg uppibornan til tess, dag eftir dag. Tað er tí av allarstørsta týdningi – um ein vil vera fólksins borgarstjóri – at vera har, sum fólkið er.  At vísa hvørjum einasta borgara álit og virðing og í verki vera partur av lívi teirra, vilja kenna teirra støðu og tørv; og at føla við teimum, bæði tá tað gongur við og ímóti.

Mítt lyfti skal vera, at eg vil røkja starvið sum borgarstjóri næstu 4 árini við eyðmjúkleika, so tignarliga og álitisfult sum eg kann; og við teim evnum eg havi, og teimum møguleikum, sum hægsti álitsissessurin í høvuðsstaðarkommununi gevur, at gera mítt ítasta fyri at skapa góð úrslit fyri borgarar í allari kommununi.

Álit og opið samstarv við borgarar
Vit, sum fáa fólksins álit, eru kosin til eina stóra, týdningarmikla uppgávu, sum er at taka bæði stórar og smáar avgerðir – bæði lættari og tyngri – men sum allar gera mun í lívinum hjá nógvum borgarum.

Nýggja býráðssamgongan vil nýggjar tíðir í kommununi. Vit hava tí gjørt av, at býráðið komandi fýra árini skal vera “Býráðið fyri borgaran”. Í tí liggur vilji til samstarv, opinleika og álit. Vit vilja skapa fólkaræðiligan nærleika, so borgarar kenna seg hoyrdar og virdar, tá kommunan tekur avgerðir, sum ávirka gerandisdag og liviumstøður teirra.

Vit vilja við áræði, nýhugsan og skynsemi menna allar partar av kommununi, men vit vilja gera tað saman við vinnulívi og borgarunum á gjøgnumskygdum og rættartryggum grundarlagi.

Vit vilja upplýsa, kunna og samstarva opið við borgarar og vinnulív. Hetta ætla vit at gera við skjótum svartíðum, eini virknari heimasíðu, borgarafundum og við at vitja vinnulív og fyritøkur í kommununi, men mest av øllum við, at gáttin inn í kommununa er so lág, at øll kenna seg vælkomnan.

Ung, eldri og bústaðir
Í samgonguskjalinum, sum var undirskrivað 31. desember 2020, lýsa vit mál okkara fyri komandi fýra árini. Reyði tráðurin er, at vit hava sett okkum fyri at taka avgerðir, sum eru fíggjarliga, sosialt og umhvørvisliga burðardyggar, og sum skapa trivnað og virðir fyri verandi og komandi ættarlið av borgarum.

Tað ræður um, at vit standa saman um vælferðina og trivnaðin í kommununi, at vit verja vælferðarsamfelagið og styrkja sosiala profilin, sum á fleiri økjum er viknaður seinastu árini.

Tí seta vit okkum greið mál á fleiri økjum.

Vit fara at arbeiða fyri, at allar familjur og einstaklingar í kommununi skulu hava atgongd til hóskandi bústað, sum tey megna at gjalda fyri, ungar barnafamiljur, støk, lesandi, førleikaskerd og tey, sum stríðast við sosialum og fíggjarligum avbjóðingum.

Vit ætla at raðfesta tilboð til børn og ung, eitt nú við at bøta um karmar og stytta um bíðilistarnar til dagstovnar; og vit hava sett okkum fyri at hækka normeringarnar á dagstovnunum og at styrkja námsfrøðiliga arbeiðið.

Vit eru samd um at eftirmeta dagstovnaøkið, og um neyðugt gera broytingar fyri at røkka endamálunum at uppraðfesta økið. Eftirmetingin fevnir eisini um skipanina við eindarleiðslu og tilmeldingarskipanina Barn. Somuleiðis endurskoða vit sertilboðini á dagstovnum og skúlum.

Eldraøkið skal eisini eftirmetast, nú fimm ár eru síðani, tað varð lagt kommununi at fyrisita.

Á eldraøkinum ætla vit at skapa betri umstøður í heimarøktini. Heimatæmastan skal uppraðfestast, so betri stundir eru til nærveru og umsorgan. Saman við Bústøðum ætla vit at byggja eldraíbúðir til ymiskan tørv og soleiðis leingja um tíðina, til ber hjá fólki at búgva í egnum heimi.

Eisini fara vit at dagføra verandi ellis- og røktarheim, bústovnar og sambýli, og byggja fleiri ellis- og røktarheimspláss um alla kommununa. Vit ætla, saman við eldru borgarunum, eldraráðnum, fakfólkum og avvarðandi, at nýhugsa og menna dygdargóðar loysnir, sum eisini tryggja tørvin á átøkum og tænastum og leggja upp fyri broyttari fólkasamanseting.

Hetta seinasta árið hevur veruliga víst okkum týdningin, starvsfólkini í Heilsu- og umsorganartænastuni hava fyri trygd og trivnað hjá okkara eldru, serliga tá avvarðandi ikki røkka longur.

Hesi gera eitt stórt og gott arbeiði, tó at tey ofta noyðast at renna skjótari, enn gott er. Tí fara vit at hækka normeringarnar og styrkja røktarfakliga arbeiðið, tí tað eru hesi fólk, sum nátt sum dag, gerandis sum heilagt, leggja hendur, fakligheit og hjarta til ta virðing, vit sum samfelag skylda teimum, sum hava bygt land okkara upp á tað støði, sum vit nú kunnu lyfta víðari.

Tí fara vit at gera tað meira lokkandi at arbeiða á eldraøkinum, so vit fáa fleiri yrkislærd at vera um okkara eldru, so tey trívast, og soleiðis at meira tíð verður til umsorgan og nærveru.

Mentan, list og vinna
Vit er samd um at stuðla og menna ríka mentanarlívið og at skapa betri umstøður fyri listafólk í kommununi. Vit ætla framhaldandi at menna umstøðurnar á ítróttarøkinum, eitt nú skulu vit aftur kunna hava Oyggjaleikir og aðrar altjóða ítróttarkappingar í Føroyum.

Vit hava gjørt av at taka beinleiðis samskiftið upp aftur við vinnu- og handilslívið, so vit saman kunnu skapa umstøður fyri áhaldandi vinnumenning á øllum økjum í kommununi.

Veðurlagsbroytingarnar eru veruligar, og munagóðar broytingar skulu til. Tað skylda vit komandi ættarliðum. Tí ætla vit at samstarva við virki og einstaklingar, sum hava síni serligu íkøst til at ganga nýggjar, grønar leiðir, samstundis sum kommunan fer at seta meira ferð á grøna orkuskiftið í kommunalum bygningum og útbúnaði.

Eisini ætla vit at skapa karmar, sum elva húsarhaldunum og vinnulívinum til at brúka minni, skilja betur og endurnýta meira, t.d. við at skipa smáar endurnýtslustøðir í býlingunum.

Miðbýur, trivnaður og samband
Vit fara at taka upp aftur arbeiðið við miðbýarætlanini og gera fleiri átøk at økja um virksemið og trivnaðin í miðbýnum. Ætlanin fyri Vágsbotn skal eftirmetast, sølutorgið skal endurnýggjast og skipast betur til tørvin, og vit fara at skapa undirhús til menn og kvinnur.

Á Argjum ætla vit at gera betri umstøður fyri savnandi virksemi og trivnaði. Í Hoyvík vilja vit skapa eitt savnandi býarrúm við torgi við Hoyvíkar kirkju og gjøgnumføra ætlanina um náttúruøkið í Dalinum langa.

Eisini fara vit at gera varðveitingar-, nýtslu- og menningarætlanir fyri støð, bygdir og oyggjar í kommununi við virðing fyri teirra sereyðkennum og serstøku menningarmøguleikum.

Vit vilja tryggja betri atkomuviðurskifti í allari kommununi. Eitt nú fara vit at bøta um gongubreytir og gonguteigar, so fólk við rørslutarni, koyristólar og barnavognar sleppa betur fram. Bussleiðin skal endurskoðast, so ferðasamband og tænasta gerast betri og orkunýtslan grønari.

Somuleiðis skal ferðasambandið til oyggjarnar í kommununi, í samráð við SSL, fáast á nøktandi støði. Eisini ætla vit at skipa ferðslu- og parkeringsviðurskiftini í miðbýnum betri, og vit vilja skjótast gjørligt fáa avtalu í lag við landið um innkomuvegin við tunli við Krákugjógv.

---

Umframt tað, sum eg havi nevnt omanfyri, eru nógv onnur stór og smærri átøk og spennandi verkætlanir, sum vit ætla at fremja. Felagsnevnarin er, at tað skal vera til gagns fyri borgarar í allari kommununi og fremjandi fyri liviumstøður og møguleikar hjá verandi og komandi ættarliðum av borgarum. Felags mátturin er viljin til saman at røkka úrslitum fyri heildina.

Eg fari at enda við at ynskja øllum borgarum í Tórshavnar kommunu eitt gott og eydnuberandi nýggjár og Harrans signing fyri býráðsarbeiðið næstu fýra árini.

Tórshavn hin 7. januar 2021
Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo