Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í november letur ein NO 12 juice bar upp á flogvøllinum. Aðrar broytingar verða somuleiðis gjørdar m.a. verður ein roykikabina sett upp í fráfaringarhøllini. Hetta er ein liður í, at gera flogvøllin meira kundavinarligan.

NO 12 JUICE BAR
Kafé’in í fráfaringarhøllini á flogvøllinum fer nú at fáa nýtt vøruúrval og broyta útsjónd. Ístaðin fyri eina café, kemur ein NO12 juice bar, sum eisini borðreiðir við kaffi, tvíflísum og køkum. Umframt nýtt vøruúrval, verða eisini broytingar gjørdar í møblunum. Hetta fyri at gera løtuna í fráfaringarhøllini hugnaligari og betri.

BROYTTAR INNSKRIVINGARTÍÐIR
Í dag letur innskrivingin upp hálvanannan tíma áðrenn fráferð. Frá 1. november verður møguligt at innskriva seg tveir tímar undan fráferð. Hetta verður tó ikki galdandi fyri fyrsta flogfarið um morgunin. Tað verður gjørt, fyri at ferðafólk skulu fáa betri tíð og njóta løtuna, áðrenn tey fara út at flúgva.

ROYKIKABINA
Ein onnur broyting verður eisini í fráfaringarhøllini. Ein roykikabina verður sett upp við gate 1. Líknandi roykikabinur eru á flogvøllum aðrastaðni í heiminum. Á hendan hátt verða umstøðurnar hjá roykjarum betri. Í dag bíða roykjarar ofta við at fara inn í fráfaringarhøllina til allar síðstu løtu, og tað kann órógva.

Roykikabinan er sera nógv nýtt á øðrum flogvøllum og tryggjar, at eingin roykluktur verður uttanfyri roykikabinuna, so tey, sum ikki roykja, verða ikki órógvað av roykjarunum.

DUTY FREE SKÁP TIL BÍLEGGINGAR Á NETINUM
Duty Free hevur avgjørt at seta skáp upp í handlinum, sum gerð tað enn lættari fyri tey mongu viðskiftafólkini, ið velja at bíleggja vørur á netinum. Tá ið sølan er váttað, fær viðskiftafólkið eitt skápsnummar og eitt loynital og kann hareftir avheinta vøruna í skápinum. Avgreiðslan gerst skjótari og lættari. Tænastan verður væntandi tøk frá komandi viku.

– Vit arbeiða framhaldandi við at betra um umstøðurnar og tænastuna, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Vága Floghavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo