Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tí bjóði eg meg fram aftur.

Tey seinastu fýra árini sum býráðslimur í Tórshavnar kommunu hava verið heilt ótrúliga spennandi og lærurík. Til tíðir hevur tað eisini verið hart, tí tað krevur hart arbeiði at fáa politisk úrslit. Eisini tey, sum viðkoma okkum øllum og veruliga treingja til hægri raðfesting. Hetta arbeiðið taki eg so fegin á meg, tí tað er veruliga tørvur á, at fokus kemur á borgaran, dagstovnaøkið, eldraøkið, fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, náttúruna og veðurlagsátøk. 

Hóast Tjóðveldi hevur verið í andstøðu hesa setuna, so eru fleiri politisk úrslit, sum vit í Tjóðveldi hava fingið samtykt, og sum eg eri glað og stolt av.

Hesi eru millum annað

- Fíggjarligan stuðul til Koltursverkætlanina
- Keyp av tveimum elbussum
- Fullfíggjan av verkætlan um standmynd av Andreu Árting
- Hægri játtan og umraðfesting av veðurlagsátøkum
- Hægri játtan til Faroe Pride
 
Men hetta er ikki nokk. 

Uppskotini um heildarætlan fyri dagstovnaøkið fyri at betra um trivnaðin hjá børnum og starvsfólki, nøktandi játtan til veðurlagsátøk, náttúruátøk og betri atgongd til endurvenjing fyri eldru borgarar og onnur uppskot, áttu eisini at verið á listanum. Men hesi mál hava vit tíverri ikki fingið undirtøku fyri.

Tað er so nógv meira, sum eg inniliga brenni fyri og ynski at fáa gjørt fyri borgararnar í Tórshavnar kommunu.

Tórshavnar kommuna skal vera fyri øll, og kommunan skal mennast á ein hátt, sum er burðardyggur sosialt og umhvørvisliga.

Tað skal vera lætt at velja grønu loysnina, og borgarar skulu hava góða og lætta atgongd til náttúru í nærumhvørvinum.

Tórshavnar kommuna skal vera fjølbroytt. Tí skulu vit komandi árini brúka allar møguleikar, sum vit hava, fyri at fáa fleiri fjølbroyttar og almennar bústaðir, sum eldri, ung, lesandi og vanligi borgarin hava ráð at búgva í.

Útbyggingarnar mugu gerast í tráð við góðan náttúru- og umhvørvispolitikk.

Vit mugu taka støðuna á dagstovnaøkinum og eldraøkinum í álvara. Vit mugu taka stór og nógv tøk fyri at betra um trivnaðin hjá børnum, eldri og starvsfólkunum á økjunum. Arbeiðsumstøðurnar mugu betrast munandi, so møguleiki og bestu umstøðurnar eru at arbeiða við teimum týdningarmiklu uppgávunum, sum eru.

Tíbetur er tað ein rúgva av átøkum og loysnum, sum vit kunnu seta í verk beinanvegin, og vóni eg tí so inniliga at fáa álit frá veljaranum at útinna politiskt arbeiði fyri okkara borgarar, náttúru og umhvørvi komandi fýra árini.

Elsa Berg
Valevni fyri Tjóðveldi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo