Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Fýra kunngerðir verða nú settar í gildi eftir ásetingum í nýggju bókasavnslógini.

- Við kunngerðum um bókasavnsgjald til høvundar og skylduavhending av føroyskum útgávum, sum eru dagførdar og við nýggjum kunngerðum um bókasavnráð og um stuðul til fólkabókasavnstænastur, fer nýggja bókasavnslógin at virka eftir ætlan. Bókasavnstænastur fara nú at røkka út til alt landið, og tað eri eg serstakliga fegin um, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum. 

Við kunngerðini um bókasavnsgjald verður galdandi reglugerð um býtið av bókasavnsgjaldinum dagført samsvarandi nýggju bókasavnslógini, so at bókasavnsgjald eisini verður rindað fyri ljóðbøkur og e-bøkur, ið nú eru til láns á netinum og fyri listaverk, ið eru til láns á bókasøvnunum.

Kunngerð um skylduavhending er dagførd við ásetingum um avhending av talgildum verkum. Saman við kunngerðini eru listar við teimum verkum, ið ávikavist eru og ikki eru avhendingarskyldug.

Eins og áður skulu fýra verk avhendast til Landsbókasavnið. Tó kann Landsbókasavnið gera frávik frá avhendingarskylduni, serliga í førum, har tað snýr seg sum ávís sløg av verkum, eitt nú verkum, ið koma út í fáum og kostnaðarmiklum eintøkum.

Sambært nýggju bókasavnslógini skal eitt nýtt bókasavnsráð ráðgeva landsstýrisfólkinum í bókasavnsmálum. Kunngerðin ásetur nærri reglur fyri bókasavnsráðið, ið skal ráðgeva politisku skipanini í bókasavnspolitiskum og bókasavnsfakligum málum og at gera tilmæli um menning og samskipan av bókasøvnunum. Endamálið er at tryggja dygd og menning á bókasavnsøkinum.

Nýggja bókasavnslógin heimilar í § 10 at lata stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum eftir neyvari treytum. Sambært kunngerðini kann stuðulin verða latin til menning av fólkabókasavnstænastum, harundir skipan av samstarvi um bókasavnstænastur og til keyp og menning av tilfari og tænastum.

Kunngerðirnar eru lýstar í dag, 21. juni, og koma í gildi í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo