Í junimánaði kunnu øll børn í Føroyum gleða seg til hesar fimm bøkur, sum Bókadeildin gevur út! Í hesi bókarúgvu eru fittar søgur til smábørn, sum snúgva seg um at sparka bólt og at fara í býin at keypa skógvar við mammu síni. Eisini eru bøkur til eldri børn, sum snúgva seg um ávikavist spøkilsi, fuglatemjarar og ræðulig ævintýr! Upprunaføroyska bókin Abbi og eg og abbi, sum Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø myndprýtt, telist harumframt millum nýggju útgávurnar. Bókadeild Føroya Lærarafelags fer við hesum útgávum at ynskja øllum ungum lesarum ríkar lesiløtur hesi ljósu summarkvøldini!
Gigga sparkar
Gigga og mamma vitja ommu. Men so fer mamma avstað. Gigga tímir ikki at reiggja ella lesa bók. Hon vil bara hava mammu. Men so kemur Labbi við bóltinum. Hann vil spæla. Ingrid Olsson skrivaði, Charlotte Ramel myndprýddi, og Silja Aldudóttir týddi úr svenskum. Bókin er ein pappbók, 22 síður og til tey, sum eru umleið 0-1 ár.
Jóna fer í býin
Jóna og mamman skulu í býin at keypa skógvar. "Hey bussur!" sigur Jóna. Nógv fólk eru í býnum. "Hey, hey," sigur Jóna. Í handlinum finnur Jóna nógvar vakrar skógvar. Men hvar er mamman farin? Har fer hon. Uttan Jónu! Lisa og Moroni og Eva Eriksson skrivaðu og myndprýddu, og Kristianna Poulsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 28 síður og til tey, sum eru umleið 2-3 ár.
Abbi og eg og abbi
Abbi og eg eru væl. Vit geva dunnunum saman, og hann lesur søgur fyri mær, og so dugir hann so væl at roksa og flenna eftir tí aftaná. Men einaferð roksar hann bara og flennir ikki aftaná. Hvat man vera hent við abba? Dánial Hoydal skrivaði, og Annika Øyrabø myndprýddi við pappírsklippum. Bókin er innbundin, 30 síður og til tey, sum eru umleið 4-7 ár.
Ræðuliga søgan um Lítlu Hon
Hetta er søgan um Lítlu Hon. Alt, hon vil, er at sleppa inn í koddarúmið og spæla við hini børnini. Men tey vilja bara lova henni við, um hon fyrst fer einsamøll upp á loftið í skúlanum. Og har siga tey, at tað spøkir ... men spøkilsi eru ikki til. Ikki ordiliga, ha? Hetta er ein ræðulig, óhugnalig og ótespilig søga. Men hon er eisini spennandi og stuttlig. Og hon endar lukkuliga. Í øllum førum fyri summi ... Lena Ollmark skrivaði, Per Gustavsson myndprýddi, og Ása Ellefsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 140 síður og til tey, sum eru umleið 8-10 ár.
Fuglatemjarin – Søgnin um eygnasteinin
Í norðara havnarbýnum fyrireika tey seg til veturin. Miranda og Syrsa hava búsett seg í húsunum hjá Lydiu, og við sama fimi, sum Miranda kavaði eftir perlum, klatrar hon nú høgt upp í smaragdkrúnurnar, har hon høggur við øks síni. Men veturin kemur tíðliga og við vetrinum óndar kreftir, sum skjótt hava tikið vald á býnum. Dagskaturnar bera seg øðrvísi at, og tær leypa á í flokki. Tá ið Iberis við tí hvíta hárinum kemur til býin, broytist tann vinaligi býurin og er ikki til at kenna aftur. Við Perlufiskaranum førdi Karin Erlandsson lesaran niður í havdýpið millum syngjandi perlur, gormkrabbar og rósuhávar. Í Fuglatemjaranum fær frásøgnin eitt sterkt og spennandi framhald. Karin Erlandsson skrivaði, Sami Saramaki myndprýddi, og Guðrið Rubeksen týddi úr svenskum. Bókin er heft, 297 síður og til tey, sum eru umleið 11-13 ár.
Grimm – grumm ævintýr søgd umaftur fyri gomlum og ungum
Nakrar søgur eru so ræðuligar, at tær eiga næstan ikki at verða fortaldar ... Rithøvundarnir Kenneth Bøgh Andersen og Benni Bødker hava umskrivað tíggju tær bestu og ræðuligastu søgurnar hjá Grimm brøðrunum, so vit sleppa heilt inn í frásagnirnar og langt inn í tann vandamikla heimin, sum einaferð var til. Gleð teg til eitt savn av góðum søgum, sum um somu tíð eru bæði gamlar og nýggjar. John Kenn Mortensen myndprýddi, og Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr donskum. Bókin er innbundin, 220 síður og til fer til klubbalimir, sum eru 14 ár og eldri – men er gott undirhald fyri øll frá 10 ára aldri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo