Seinast vøllurin inni í Dal varð skiftur, sat Listi A við borðendan á Sandi.
Hetta var í 2010.
Nú eru vit aftur í teirri støðu, at vøllurin inni í Dal er niðurslitin, verandi ein tann elsti vøllurin í landinum.
Virðið av tí aktiviteti ið er á og rundanum vøllin inni í Dal, kann als ikki gerast upp í pengum, tað ungdómsarbeiðið ið har verður gjørt, er gull vert fyri kommunurnar og ungdómin í Sandoynni.
B71 er størsti trivnaðarskapari í Sandoynni uttan iva.
So hvørt sum vøllurin eldist og slítist, vaksa skaðarnir sum okkara leikarar fáa av niðurslitna vøllinum.
Hetta kunnu vit ikki standa model til.
Kommunurnar skapa karmarnar, og tí vilja vit á Lista A beinavegin nýggja árið byrjar, arbeiða fyri at vøllurin verður skiftur áðrenn nýtt kappingarár byrjar.
Somuleiðis vilja vit skifta ljósini við vøllin, tí útgerðin er gomul og slitin, og als ikki tíðarhóskandi.
Hetta koma vit at arbeiða fyri, um vit fáa álit frá veljarunum 12. novembur.
Brandur Sandoy,
Listi A
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo