Á seinasta aðalfundi í FIFA var vald ein nýggj yvirkærunevnd í FIFA. Nevndin tekur avgerð í appellmálum viðvíkjandi úrskurðum hjá aganevndini og etisku nevndini hjá FIFA. Yvirkærunevndin er hægsti løgfrøðisligi myndugleikin í FIFA.
Forsetin í FSF, Christian Andreasen, sum hevur sitið í nevndini síðan 2013, var á aðalfundinum afturvaldur í nevndina.
Yvirkærunevndin hevur annars fingið nýggjan formann og næstformann. Formaðurin er Thomas Bodstrøm, fyrrverandi løgmálaráðharri í Svøríki og Neil Eggleston, fyrrverandi løgfrøðisligur ráðgevi hjá Barack Obama.
Á myndini sæst nýggja nevndin halda sín fyrsta fund á høvuðsskrivstovuni hjá FIFA saman við Gianni Infantino forseta fyri FIFA.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo