Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Fríggjadagin 23. august kl. 10.45 verður nýggja skjótihøllin hjá Føroya Politi tikin í nýtslu.

Peter Hummelgaard, danski løgmálaráðharrin, er á vitjan í Føroyum í hesum døgum og í hesum sambandi klippir hann snórin til nýggju skjótihøllina hjá Føroya Politi.

Nýggja skjótihøllin, sum er í Norðadali, ger tað møguligt hjá politinum at hava skjótivenjingar alt árið uttan mun til veður og vind. Skjótihøllin er eitt týdningarmikið íkast til eitt sterkari politi í Føroyum.

Skjótihøllin hevur kostað umleið 14 milliónir krónur at byggja, og Føroya Politi hevur nú nakrar av teimum bestu skjótifacilitetunum í danska politinum.

Umframt løgmálaráðharran og umboð frá Føroya Politi, eru Løgmálaráðið, Tórshavnar kommuna, AKO-FEF, Kontrast arkitekt fa., Óli Restorff Hansen, jørðeigari, og MTV Byggivirkið bjóðað til upplatingina av høllini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo