DFDS hevur skipað samstarv við nakrar av heimsins fremstu veitarum innan hátøkniliga útgerð til framtíðar ferðafólkaflutningin millum Keypmannahavn og Oslo.
Talan er sjálvandi um at brúka vetni sum brennievni og við brennikyknum sum ”motorar” til skipið. Her skulu heili 20MW brennikyknur setast í skipið, og verða hesar at veita ravmagn til generatorar.
Hvør mátturin verður til hvørja brennikyknu, er ikki vist enn, men fremsti veitarin av stórum PEM-brennikyknum er týska fyritøkan Ballard Power Systems. Hesir hava veitt tvær brennikyknur á 200KW til nýggju norsku ferjuna MF Hydra, ið er sett í sigling.
So at siga allar tær fremstu fyritøkurnar innan hátøkniliga orkuútgerð eru partur í arbeiðnum at byggja nýggju DFDS-ferjuna.
Nær ferjan verður liðug og klár at taka í nýtslu er ikki vist, mem gongdin í Europa, Skandinavia og kanska serstakliga Kina, USA og Japan er greið, at fossila orkan verður avloyst av CO2-fríðum brennievni, serstakliga vetni, til flutning á landi og sjógvi.
Power-to-X ætlanin gongur framá við uppsetan av stórum vindmyllum til havs at veita ravmagn til elaktrolysuskipanir og framleiðslu av vetni. Upphæddinar brúkast skulu til umlegging frá fossilu orkuni eru rættuliga stórar, og fara at krevja at lond, ið ikki ætla at sigla sjóvarfallið av sær, stundisliga byrja planlegging og at seta fígging av til nýggju orkuøldina.
Hvussu gongdin er ella verður miðskeiðis Atlantshavið har skip hava alt at siga, er ikki lætt at meta um.
Við politikarum sum ikki síggja longri enn til eitt fleirfaldað milliarda hol í jørðina, kann roknast við tí versta, og at landið verður dyggiliga afturúrsiglt.
Kári Thomsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo