MC-Hár, ið leygarkvøldið spældi 25 ára føðingardagskonsert fyri einum fullum Reinsaríið, eru háaktuellir við nýggja staklagnum Exit Tórshavn.
Lagið hevur verið at hoyrt á útvarpsrásunum síðan fríggjadagin, men nú ber eisini til at hoyra tað á Youtube.
Nýggja lagið er tikið upp í Studio Bloch og ljóðblandað av Theodor Kapnas.
MC-Hár hevur havt somu manning seinastu 13 árini, og er tað henda manning, ið kann upplivast á lagnum: Niels Uni Dam (rapp), Rókur Jákupsson Jakobsen (sang), Tróndur Bogason (keyboards), Jens Virgar Jakobsen (gittar), Jónas Bloch Danielsen (gittar), Heri Reynheim (bass) og Rani Hammershaimb Christiansen (trummir).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo