- Eg rópi kanska ikki harðast, men eg kann væl skera ígjøgnum um tað er neyðugt, tað segði nývalda forkvinnan í Tjóðveldi, Sirið Stenberg, millum annað í síni valrøðu undan sjálvari atkvøðugreiðsluni á eykaflokstinginum í dag.
Sirið Stenberg segði, at hon fer at arbeiða fyri at savna flokkin, sum viðhvørt hevur verið skýrdur at vera blivin ein akademikaraflokkur fyri havnafólk.
- Eg fari at arbeiða fyri at breiðka og savna flokkin, og at loysingin skal partur av øllum málum, sum vit arbeiða við, segði hon.
- Eg dugi væl at lurta, og eg kann samstarva við øll, segði hon eisini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo