OY hevur í dag kunngjørt nýggja cider, ið kallast Voxbotn Cider 23 – Hylliblóma & Pera.
Síðan Voxbotn Cider kom á marknaðin, hevur hon verið sera væl umtókt og er hon javnan útseld á hillunum kring landið. Hetta hevur ført við sær, at nýggj Voxbotn cider nú er komin á marknaðin, hesuferð við hylliblómu og peru smakki.
Voxbotn Cider 23 – Hylliblóma & Pera fæst longu nú til keyps á OY og í rúsdrekkasøluni á Miðlon, og kemur hon á hillarnar kring alt landið, ein av komandi døgunum.
Hetta merkir samstundis, at Voxbotn cider verður til keyps á OY Voxbotn 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo