Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroysku landnámsmenninir vóru í ætt við eitt fjølbroytt lið av skandinaviskum íbúgvum. Og als ikki teimum somu, sum settu seg niður í Íslandi.

Tað er ein niðurstøða í nýggjari frágreiðing, sum eitt vísindaligt samstarv ímillum Fróðskaparsetrið og aðrar lærdar háskúlar er komið fram til, og sum er almannakunngjørd í net tíðarritinum Frontiers.

- Ein bólkur av norðbúgvum búsetti seg í Føroyum. Ein heilt annar setti seg niður í Íslandi, og ílegurnar hjá hesum báðum bólkunum høvdu ikki so nógv í felag, sum vit higartil hava hildið, sigur ein av høvundunum, Christopher Tillquist, frá lærda háskúlanum University of Louiseville í Kentucky. 

- Hvørt víkingaskipið, sum setti segl út í hav, hevði ikki bara norðbúgvar við sær. Umborð var eisini ein arvur av ílegum, og vit kunnu nú vísa á, at hann var meira fjølbroyttur og samansettur, enn vit higartil hava hildið.

Fyri Fróðskaparsetrið hevur Eyðfinn Magnussen verið partur av toyminum, sum hevur skrivað nýggju frágreiðingina.

Nýggja frágreiðingin verður endurgivin í nógvum ymiskum tíðarritum, eitt nú Popular Archaeology, Archaeology Magazine, Cosmos Magazine og Discover Magazine.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo