Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Talgildu Føroyar: KT fyritøkan Klintra hevur ment undirskriftaloysn til vinnuna, sum brúkar Samleikan. Loysnin, sum eitur Skriva, bjóðar føroysku vinnuni at brúka Samleikan at undirskriva keypsavtalur, leigusáttmálar, setanarbrøv og onnur skjøl, ið skulu avgreiðast við undirskrift. Talgildu Føroyar og Klintra hava í hesum sambandi gjørt avtalu um nýtslu av Samleikanum.

Vit samskifta og keypa talgilt hvønn dag, og tað er ofta neyðugt at undirskriva skjøl og avtalur. Undirskriftin hjá Samleikanum vissar partarnar um, hvønn avtalan er ímillum, og hon er eins bindandi sum tann, sum tú skrivar á pappír við penni og blekki.

Talgilda undirskriftin varð tikin í nýtslu á Vanganum í fjør, og fleiri kommunur og almennir stovnar brúka hana í sínum virksemi. Arbeitt verður við at leggja fleiri tænastur afturat á Vangan.

Skriva er fyrsta loysn, ið er ætlað vinnuni, og møguleikarnir eru nógvir við nýggju tænastuni. Meiri fæst at vita um Skriva við at seta seg í samband við Klintra.

“Tað eru stórir samfelagsligir fyrimunir við eini felags talgildari undirskrift, sum við lóg er javnsett við vanliga handskrivaða undirskrift. Føroyingar hava tikið Samleikan til sín, og gleðast vit tí um, at Klintra hevur ment eina loysn, sum fer at økja enn meira um nýtsluna og gagnið av Samleikanum." sigur Nicolai Mohr Balle verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo