Nýggjur heilivágur fær granskarar í krabbameini at gerst ovurfegnir.
Og fær teir at siga at royndirnar við heilivágnum eru »óvanligar«, skrivar The Guardian.
Talan er um heilivágin lorlatinib, sum í kanningum hevur víst seg at steðga menningini av lungnakrabba longri enn nakar onnur viðgerð.
Lungnakrabbi er tann krabbin sum kostar flest lív í øllum heiminum. Umleið 1,8 milliónir doyggja hvørt ár av lungnakrabba. Eisini her hjá okkum doyggja flest av lungnakrabba. Bert 20 prosent av monnum sum fáa staðfest lungnakrabba og 30 prosent av kvinnum eru á lívi fimm ár eftir, at lungnakrabbin er staðfestur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo