Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ein nýggj veljarakanning hjá Pew Research Center vísir at tað er sera javnt millum Kamalu Harris og Donald Trump undan valinum í novembur, skrivar TV 2.

Í kanningini svara 46 prosent av skrásettu veljarunum, at tey fara at velja Kamalu Harris, meðan 45 prosent siga seg velja Donald Trump. Sjey prosent svara, at tey fara at velja Robert F. Kennedy Jr.

Ein líknandi kanning hjá Pew Research Center var gjørd í juli mánaða, meðan Joe Biden var forsetavalevni, og tá fekk Donald Trump fýra prosentpoeng fleiri enn Biden.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo