Hevði val verið í dag høvdu borgarligu flokkarnir aftur fingið meirilutan í løgtinginum. Tað vísir kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo.
Flokkarnir sum mynda landsstýrissamgonguna høvdu fingið 16 tingfólk vald og andstøðan – undanfarna samgonga – hevði fingið 17 fólk á ting.
Fólkaflokkurin hevði verið stóri sigursharrin, sambært kanningini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo