Tórshavnar kommuna: Í november 2023 boðaði Tórshavnar kommuna frá, at fólk kundu tekna seg til lutakast um grundstykki í møguligari útstykking á Velbastað innan 20. desember 2023. Sagt varð frá, at um áhugin vísti seg at vera nóg stórur, fór verkætlanin at verða løgd fyri nevndir og býráð til góðkenningar, og tilmeldingarfreistin fór at verða longd í 4 vikur. Tá ið avtornaði, vóru tað 8, ið vístu áhuga fyri grundstykkjunum á Velbastað.
Málið var fyri á býráðsfundi 25. januar 2024. Býráðið samtykti, at kommunan skal fara undir samráðingar við arbeiðstakaran um útstykkingina.
Tá ið hesar samráðingar eru komnar uppá pláss, verður verkætlanin lýst nærri við tekningum, tíðarætlan og mettum kostnaði fyri grundstykkini. Síðan verður latið upp fyri tilmelding til lutakastið um grundstykkini í 4 vikur afturat. Hetta verður tá lýst alment í tíðindaskrivum og á kommunalu heimasíðuni.
Ynskir tú at fáa beinleiðis boð um lutakastið og tilmeldingarfreistina, kanst tú tekna teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni á heimasíðu okkara, sum tú finnur her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo