Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Heilsuskúli Føroya: Møguleiki er nú at vera við til at skriva skúlasøgu og vera við í fyrsta flokkinum til námsfrøðihjálpara.

Tað er ikki á hvørjum degi, at nýggjar útbúgvingar byrja í Føroyum, men í august mánaða byrjar enn ein yrkisútbúgving fyri føroyingar, nevnd námsfrøðihjálpari og gevur førleikar at arbeiða við uppgávum innan námsfrøði og umsorgan, á dagstovna- skúla- og almannaøkinum. Umsóknarfreistin er í dag, 15. mars á middnátt.

Tað snýr seg um eina yrkisútbúgving, ið merkir, at ein fær førleikar, at arbeiða við yrkinum eftir lokna útbúgving.

Útbúgvingin varir 24 mánaðir.

Umleið helvtin av útbúgvingini er skúlagongd í Suðuroy og hin helvtin er starvsvenjing kring landið.

Tey, ið hava viðkomandi arbeiðsroyndir, kunna søkja frítøku fyri partar av starvsvenjingini, sokallaða merit, um tey hava 1 ára arbeiðsroyndir á økinum.

Útbúgvingin er samstundis ein miðnámsútbúgving, ið liggur eftir fólkaskúlan, og sum vanliga gevur førleikar at útbúgva seg víðari.

Arbeitt verður í løtuni í Mentamálaráðnum við at skapa møguleikar fyri at lesa víðari í Føroyum, á Setrinum, við námsfrøðihjálparaútbúgvingini. Útbúgvingin svarar til donsku pædagogisk assistent, ið gevur atgongd beinleiðis til námsfrøðing í Danmark.

Umsóknarbløð eru á heimasíðuni innskriving.fo, sum til vanligar miðnámsskúlar. Byrjað verður eina ferð árliga.

Heilsuskúlin hevur á heimasíðuni www.heilsuskulin.fo ymiska kunning um útbúgvingina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo