Bókadeild Føroya Lærarafelags: Aftan á áheitanir og ynski frá bæði ungum og eldri kemur endiliga ein bók, sum snýr seg um føroyska rossið!
Beinta Johannesen hevur skrivað hesa vøkru og kunnandi bók, og Cécile Zahorka hevur myndprýtt við fotomyndum.
Bókin er innbundin, 66 bls. og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.
Um bókina
Visti tú, at tað eru færri enn 100 føroysk ross til í øllum heiminum?
At føroyska rossið er eitt tað mest hótta dýraslagið, sum er til, og at tað er eitt av teimum heilt fáu upprunarossasløgunum, sum eru eftir í heiminum?
Føroyska rossið er eitt serligt rossaslag. Slagið er bara í Føroyum og hevur verið her í meira enn túsund ár. Men fyri ikki so langari tíð síðan mundi tað doyð út.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo