Krígssavnið hevur aðalfund hóskvøldið 24. februar kl. 20.00, og tá aðalfundurin er liðugur, verður nýggja spennandi byggiætlanin hjá Krígssavninum løgd fram.
Eitt sokallað "prospekt" er gjørt, har greitt verður frá, í stuttum og við nógvum góðum myndum:
- Føroyar undir seinna heimsbardaga
- Verandi krígssavn
- SOR bygningurin
- Nýggja verkætlanin
- Byggiætlan
- Rakstrarætlan
Fjølmiðlarnir eru sjálvandi vælkomnir á aðalfundin.
Seinastu tvey árini hevur Krígssavnið, eins og samfelagið alt, verið nógv darvað av Koronu.
Ætlanin er, at Krígssavnið verður opið í komandi summarhálvu (1. mai til 30. sept.), leygardag og sunnudag kl. 14 til 17.
Aðrar tíðir ber til at avtala tíð at vitja savnið - á telefon 221940.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo