Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Nýggja Electronic Travel Authorisation (ETA) skipanin hjá bretsku stjórnini fyri ferðandi til Bretlands kemur í gildi fyri evropeiskar borgarar, eisini føroyingar, 2. apríl komandi ár. Skipanin hevur við sær, at øll ferðafólk skulu søkja um og gjalda fyri talgilt innferðarloyvi (umvegis gov.uk ella ETA app), áðrenn tey ferðast til Bretlands. Hetta er eisini galdandi fyri ferðandi, sum einans skulu millumlenda í Bretlandi (transit). Hvørt einstakt ferðafólk skal søkja um egna ETA góðkenning, ið fer at kosta £10, sum svarar til umleið 90 DKK. ETA góðkenningin verður tengd talgilt at passinum og er galdandi í 2 ár, ella til passið gongur út. Hetta merkir, at innferðarloyvi er galdandi fyri allar styttri ferðir (upp í 6 mánaðir) til Bretlands yvir eitt 2 ára tíðarskeið, og tískil krevst ikki innferðarloyvi til hvørja einstøku ferð.

Skipanin, ið longu er galdandi fyri nøkur lond í Miðeystri, kemur í gildi fyri borgarar úr londum uttan fyri Evropa 8. januar 2025 (ferðandi kunnu søkja frá 27. november 2024), meðan hon kemur í gildi fyri evropeiskar borgarar, eisini føroyingar, 2. apríl 2025. Ferðandi kunnu søkja um at fáa ETA góðkenning frá 5. mars 2025. Sí yvirlit yvir lond og tjóðskapir, har ETA góðkenningin er kravd, her.

Ferðandi, ið hava diplomatpass ella sum skulu hava visum til Bretlands, eru undantikin kravinum um ETA góðkenning. Sí meira um undantøk her.

Mælt verður til, at ferðandi úr Føroyum til Bretlands kunna seg nærri um nýggju ETA skipanina við at lesa almennu vegleiðingarnar hjá bretsku stjórnini her: https://www.gov.uk/guidance/apply-for-an-electronic-travel-authorisation-eta

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo