Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fríggjadagin 24. mai 2019 verður skaldsøgan “Vit, Føroya fólk” útgivin. Bjørk Maria Kunoy er rithøvundur. Bókaframløga verður í H.N. Jacobsens bókhandli á Vaglinum 2 kl.16.00.

Um bókina:
Samgongan við Magnusi Tindholm á odda hevur lagt uppskot fram fyri løgtingið um Føroya grundlóg. Undirtøkan er slakari enn væntað, men hetta forðar ikki donsku forsætisráðfrúuni, Lone Schrøter, at seta hart ímóti hørðum, tí uppskotið hevur til endamáls at staðfesta við lóg, at Føroya løgting hevur evsta avgerðarrættin í Føroyum.

Um sama mundið leggja norskir myndugleikar hald á skipini hjá størsta føroyska reiðarínum, og uttanríkispolitiskt stríð stendst millum londini. Málsøkið er danskt, og landsstýriskvinnan í fiskivinnumálum, Lena Thorsteinsdóttir, heitir á danska uttanríkisráðið um at stuðla sær í málinum, men tá gerst greitt, at danska stjórnin raðfestir egin áhugamál framum.

Teir fýra samgonguflokkarnir, Sentrum, Høgri, Víðsjón og Áræðisflokkurin, ferðast á eggini av ríkisfelagsskapinum í einari roynd at fremja føroysk seráhugamál, men vanligi føroyingurin er uttanveltaður, og tvíningar innanhýsis í flokkunum hótta staðiliga grundarlagið undir einari fólkaatkvøðu um Føroya grundlóg.

“Vit, Føroya fólk” er ein politisk samtíðarskaldsøga, sum lýsir eitt uppspunnið samtíðarlíknandi føroyskt samfelag, har ein sentrum-høgrasamgonga hevur til endamáls at samtykkja eina føroyska grundlóg.

Skaldsøgan fylgir seks høvuðspersónum, sum í hvør sínum lag hava ein týðandi leiklut í politiska spunaspælinum.  

Bókin fæst til keyps í bókahandlunum frá 24. mai.

Um rithøvundan:
Bjørk Maria Kunoy er fødd á Odense Universitetshospitali í 1991. Hon er uppvoksin í Danmark og í Føroyum og útbúgvin løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannhavn. Hetta er fyrsta skaldsøgan úr hennara hondum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo