Gró Studios: Ein av fleiri spennandi filmsverkætlanum, sum føroyska framleiðslufelagið Gró Studios hevur í stoypiskeiðini í hesum døgum, er nú úrvald til framløgu á stórari týskari filmsstevnu.
Upphavsmaður og høvundur handan røðina er Torfinnur Jákupsson, sum eisini skrivaði fyrstu føroysku sendirøðina TROM og nú hevur fleiri verkætlanir um hendi, ið spretta úr bæði føroyskum jørðildi eins og fevna víða út um landoddarnar.
Nýggja røðin fellur innan krimi og thriller sjangruna og ber verandi arbeiðsheitið EVA. Enn kunnu fleiri upplýsingar ikki avdúkast, men fylgir søgan í stuttum einum føroyskum granskara, ið verður drigin inn í eina deyðiliga altjóða samansvørjing.
Røðin, ið er ætlað sum ein altjóða samframleiðsla, er ein av færri enn 20 sendirøðum, sum eru úrvaldar til sonevnda Writers’ Vision Pitch framløgu undir sambindingarátakinum Story Exchange á týsku filmsstevnuni Seriencamp.
Talan er um ein marknað fyri verkætlanir á menningarstigi, ið veitir rithøvundum og framleiðarum av ‘hágóðsku drama’ eitt serstakt høvi at leggja síni hugskot fram fyri sendistøðum, íleggjarum, framleiðarum, vinnuserfrøðingum og øðrum avgerandi stovnum til tess at finna møguligar samstarvsfelagar. Millum tey luttakandi teljast eitt nú umboð fyri Netflix, The Walt Disney Company, Sky, Amazon, ZDF og Arte.
Seriencamp verður hildin 5.-7. juni og er størsta stevnan av sínum slagi í Týsklandi, ið burturav setur fokus á sendirøðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo