Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit skulu boða frá, at Semingsstovnurin í dag hevur innkallað partarnar til seming í morgin, leygardagin 19. juni.

Semingsstovnurin setti seg í samband við okkum á middegi, og hevur nevndin boðað Semingsstovninum frá, at vit eru sinnaði at gera enn eina roynd til at finna semju.

Vit fegnast um, at samráðingarnar nú verða tiknar upp aftur, og vóna, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið koma aftur til borðið við einum vilja at finna semju, ið kann vera við til at loysa tær stóru avbjóðingar, ið eru á námsfrøðiliga økinum. 

Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum hevur tó ikki tikið av okkara áheitan um at steðga sínum álopi á fría samráðingarrættin, og noktar at taka uppskotið aftur, tí stendur verkfallið við.

Pedagogfelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo