Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Hallbera F. West er stjórnmálafrøðingur og farin undir eina ph.d.-verkætlan, sum ber heitið "Lóggávutingið heldur skil á stjórnini - ein spurningur um fólkaræði og dygd".

Ástøðiligi parturin av verkætlanini snýr seg um týdningin av ábyrging (accountability) fyri dygdina av skipanum við fólkaræði. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á sambandið millum lóggávutingið og stjórnina, t.e. millum løgting og landsstýri. Empiriski parturin av verkætlanini er út frá føroyskum og donskum viðurskiftum at gera eina samanberandi kanning av, hvussu ymisk amboð roynast í verki. Eitt nú hvussu skipanin við umboðsmanni og aðrir eftirlitsmøguleikar hjá lóggávutinginum virka.

Hallbera hevur arbeiðspláss á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu. Vegleiðari hennara er Beinta í Jákupsstovu, dr.polit., adjungeraður lektari á Setrinum og 1. amanuensis á Høgskolen i Molde.

Fróðskaparsetrið, Aarhus Universitet og Granskingarráðið fíggja verkætlanina saman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo