Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Visit Faroe Islands: Í 2021 framleiddi Visit Faroe Islands í tøttum samstarvi við kunningarstovurnar tvey nýggj økiskort til ferðavinnuna, eitt av Suðuroynni og eitt av Vágum.

Endamálið við kortunum er at geva vitjandi eitt gott yvirlit yvir tað, sum ymsu økini hava at bjóða, og at kunna um viðkomandi viðurskifti, m.a. trygd í samband við gongutúrar.

Kortini eyðmerkja 7 útvald støð, ið eru nærri lýst við mynd og teksti á baksíðuni, umframt hentleikar og onnur áhugaverd støð, ið eru verd at vitja í økinum.

Kortið eyðmerkir eisini týdningarmikil staðarnøvn og bygdagøturnar í økinum.

Kortini taka støði í sama samleika sum skelti, faldarar og annað tilfar, ið Visit Faroe Islands framleiðir.

Eisini gongur sama kunning aftur um m.a. rættan atburð. Yvirskipaða endamálið er at tryggja eina samanhangandi og greiða kunning til øll ferðandi, ið koma til landið.

Kortini eru sostatt liður í arbeiðinum at skipa ferðavinnuna.

Økiskortini hóska eisini væl sum veggjaprýði. Umborð á Smyrli prýðir vakra Suðuroyggin nú veggir á dekki 5, har til ber at taka sær eitt suðuroyarkort við sær, so ferðafólk kunnu nýta tíðina umborð á Smyrli til at fyrireika seg til vitjanina í Suðuroy.

Í løtuni gera vit eisini kort av Eysturoynni, Sandoynni og Norðoyggjum, so skjótt vera øll øki í landinum umboðað við egnum økiskorti.

Kortini verða at finna á kunningarstovum, farstøðini, flogvøllinum og øðrum knútapunktum, har nógv ferðandi vitja.

Til ber at ogna sær kortini við at venda sær til Visit Faroe Islands ella avvarðandi kunningarstovu.

Sí meiri kunning á www.menning.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo