Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsustýrið: Nýggjastu krabbameinstølini frá norðurlendska samstarvinum, NORDCAN, vórðu løgd fram á árliga fundinum hjá ANCR í vikuni. Tølini fyri Føroyar vísa, at samlaðu krabbameinstilburðirnir eru fleiri í tali nú enn áður, men vit liggja niðan fyri hini Norðurlondini. Hóast samlaða talið av krabbameinstilburðum er økt, so er talið á deyðstilburðum orsakað av krabbameini ikki vaksið.

NORDCAN er ein dátugrunnur við krabbameinshagtølum úr Norðurlondum. Í dátugrunninum eru tøl fyri meira enn 50 sløg av krabbameini, og har eru upplýsingar um eitt nú tøl av tilburðum, deyðatøl, tøl á persónum, sum liva við krabbameini og um yvirliving.

Tølini vísa, at tað er eitt sindur ymiskt, hvar Føroyar liggja samanborið við hini londini alt eftir hvat slag av krabbameini, talan er um. Eitt nú hava vit lutfalsliga hægsta títtleikan av baktarmskrabba og lívmóðurhálskrabba. Í hinum endanum sæst, at Føroyar liggja væl niðan fyri hini londini viðvíkjandi bróstkrabba. Av tí at tølini fyri Føroyar sum heild eru smá, kunnu stór sveiggj vera fyri ávís sløg av krabbameini samanborið við onnur Norðurlond.

Enn eru tølini fesk, og tí eru nærri greiningar og samanberingar ikki gjørdar enn, men farið verður undir tað í næstum.

Føroyska krabbameinsskráin
Heilsustýrið umsitur og mennir føroysku Krabbameinsskránna, sum veitir tøl til NORDCAN. Í Krabbameinsskránni verða savnaðar viðkomandi upplýsingar um diagnosur, kanningar, viðgerð osfr. Endamálið er at kunna gera hagtøl og frágreiðingar til politisku skipanina um útbreiðsluna av krabbameini í Føroyum, at lata upp fyri gransking umframt at greina krabbameinstilburðirnar fyri at kunna leggja arbeiðið í sjúkrahúsverkinum til rættis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo