Fróðskaparsetrið: Norðurlandaráðið hevur almannakunngjørt eina frágreiðing um sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir í Norðurlondum.
Hon vísir m.a., at lutfalsliga fægstu tilburðirnir eru í Føroyum og Álandi, meðan flestu eru í Grønlandi.
Frágreiðingin, sum eisini hevur fleiri tilmæli til londini um fyribyrging, kann lesast her.
August Gabriel Wang, adjungeraður professari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur verið við til at gera frágreiðingina.
Lesið meira her: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/flest-sjalvmord-i-groenlandi-faegst-i-foeroyum-og-alandi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo