Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sinnisbati: 19. mars var aðalfundur hjá Sinnisbata í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.  Til aðalfundin var stórur áhugi fyri at koma í nevndina, og tvey nýggj fólk stillaðu upp.

Á fyrsta nevndarfundi 9. apríl skipaði nevndin seg soleiðis:
- Súsanna Olsen, forkvinna
- Oda Jóhansdóttir, næstforkvinna
- Minna Sólfinnsdóttir, skrivari
- Joan B. Poulsen, kassameistari
- Elisabeth Carlsson, nevndarlimur
- Vivian Sjóðklett, nevndarlimur
- Oddbjørg Johansen, nevndarlimur
- Margretha Poulsen, tiltakslimur
- Birita Clementsen, tiltakslimur

Fleiri týðandi viðurskifti at varpa ljós á
- Nýggja nevndin er til reiðar at fara til verka til eitt nýtt nevndarár og hevur sett sær fleiri mál fyri. Vit standa við stórum avbjóðingum á sálarheilsu- og psykiatriska økinum, og vit í Sinnisbata meina, at tað er av alstórum týdningi, at økið verður raðfest hægri politiskt. Komandi tíðina fara vit at varpa størri ljós á fleiri av viðurskiftunum, ið vit meta verða týdningarmikil fyri at uppraðfesta økið. Vit fara at varpa ljós á, hvat vit kunnu gera, í meðan vit bíða eftir, at politiska skipanin handlar.

- Tað næsta, sum stendur fyri framman, er frumsýning av nýggja leikinum, Løstir - ein leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið, ið Sinnisbati er partur av. Við leikinum vóna vit at vera við til at skapa eina samrøðu um tabuevni og varpa ljós á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit gerast betri at tosa opið um at stríðast sálarliga, sigur nevndin.

Leikurin verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum 24. mai.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo