HUXA: Farna árið hevur nevndin í Huxa verið virkin við ymiskum tiltøkum, túrum og lesarabrøvum. Vit hava í dag eitt virkið ungmannafelag við nógvum góðum limum. Hesir limir eru grundarlagið fyri okkara virksemi og eru vit sera takksom fyri tað.
Formaðurin seinasta árið, Rói Johannesen, valdi ikki at taka við afturvali, men vit gleðast um, at Rói heldur fram í nevndini sum kassameistari.
Nýggjur formaður er Rúni Reginsson Hammer, sum hevur verið kassameistari seinasta árið.
Nýggja nevndin og tiltakslimir í Huxa eru hesi:
Rúni Hammer, formaður, Hoyvík
Maria Müller, næstforkvinna, Klaksvík
Rói Johannesen, kassameistari, Kaldbak
Eyðstein Zachariasen, skrivari, Streymnes
Oddur Norðberg, nevndarlimur, Hvalba
Jessica Cazabon Celibashi, tiltakslimur, Tórshavn
Vanta á myndini:
Fríði Leitisskarð, tiltakslimur, Hoyvík
Olaf Olsen Sundstein, tiltakslimur, Søldarfjørður
Nevndin gleðir seg at fara til verka og sær fram til eitt spennandi ár, har fleiri av okkara limum fara at bjóða seg fram til kommunuvalini runt landið, sum verður í heyst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo