Havnar Sjónleikarfelag: Havnar Sjónleikarfelag hevði aðalfund á flaggdegnum. Nevndarval var eisini, og tveir nýggir limir skuldu veljast í nevnd. Fyri vali stóðu Hanna Flóvinsdóttir og Rói Næs, sum hvørgan stillaðu upp aftur.
Nýggju nevndarliminir vórðu Vígdis Tindskarð Klein, ið áður hevur sitið sum tiltakslimur, og Eir í Ólavsstovu.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:
⦁ Jákup Dahl Wardum, formaður
⦁ Hjálmar Dam, næstformaður
⦁ Christa R. Weihe, skrivari
⦁ Vígdis Tindskarð Klein, nevndarlimur
⦁ Eir í Ólavsstovu, nevndarlimur
⦁ Birgir Djurhuus, tiltakslimur og kassameistari
⦁ Beinta Flóvinsdóttir, tiltakslimur
Nýggja nevndin takkar fráfarandi forkvinnuni Honnu Flóvinsdóttir og nevndarliminum Róa Næs fyri drúgva arbeiðið seinastu mongu árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo