Bara fáar vikur eftir, at nýggja breytin varð tikin í nýtslu, vóru dómaratølini hægri enn nakrantíð fyrr í fjórgongdini, so Føroyskt Íslandsrossafelag fegnast enn einaferð um vælvild og fíggjarligan stuðul frá Tórshavnar Kommunu, soleiðis at nýggja breytin gjørdist veruleiki.
Nógv venjing og góðar umstøður geva úrslit
Nýggja ríðingarbreytin varð tikin í nýtslu beint fyri seinastu kapping. Síðan tá hava fólk vant dúgliga á breytini – og hetta sæst aftur í úrslitunum. Í kappingini V1, sum er fjórgongdskapping, har gonguløgini fet, trav, tølt og lop skulu vísast, var samlaða miðaltalið hjá øllum luttakarunum í finaluni yvir 6,0 – og tað er fyrstu ferð í søguni! So tað er stuttligt at síggja, at miðvís venjing og góðar umstøður eru við til at hækka støðið í gongulagsríðingini. Hetta er eisini sera umráðandi, tá umboð fyri Føroyar fara uttanlands at kappast.
Turkur og regn
Áðrenn innleiðandi umførini fríggjadagin bleiv breytin vatnað, tí tað hevði verið turt so leingi, og tá verður undirlagið heldur hart fyri rossini.
Leygardagin var veðrið eisini fínt – turt og hampiliga lítil vindur, heilt til allarseinastu finaluna, V1. Tá lótust slúsurnar í erva upp, og seinastu finalistarnir fingu karm, men hóast tað, lógu dómaratølini omanfyri 6 hjá øllum seks luttakarunum – úr 6,06 og upp í 7,30.
Sjey finalur og ein seyðahundavenjing
Tað gekk skjótt og væl við at avgreiða tær sjey finalurnar. Tó mátti ein seyðahundur á banan eina løtu, tá tvær ær við lombum hildu tað vera júst rætta løtan at fara ein spákingartúr á breytini, júst meðan kappingin gekk uppá sítt besta. Seyðahundurin aktaði ordrarnar, og skjótt vóru óbodnu gestirnir beindir av breytini.
Eftir kappingina hava rossini nakrar frídagar, áðrenn herjað verður á aftur við venjingini, tí næsta kapping er longu um tvær vikur.
Úrslitini av aðru Safari uttandura kappingini á ár, gjørdust hesi:
T1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Heri Djurhuus Dahl og Brá frá Tjarnarstöðum
Nr. 3 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
T2
Nr. 1 Knút Lützen og Hvinur frá Árbæjarhjáleigu II
Nr. 2 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
T7
Nr. 1 Kristianna Jespersen og Gullinstjarna fra Hybjerg og Sólrun Højgaard Poulsenog Rjóð frá Kjarri (deilt 1. pláss)
Nr. 3 Jacklin Durhuus og Hrauney frá Holtabrún
F1
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Dalvar frá Dalbæ II
Nr. 2 Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Þórey frá Flagbjarnarholti
Nr. 3 Sedea Bjarnadóttir og Rambó frá Hellu
V1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
Nr. 3 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði og Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni (deilt 3. pláss)
V3
Nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Prinsessa frá Tindsgarði
Nr. 2 Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðholtshjálegu
Nr. 3 Anna Thomsen og Leiknir frá Yzta-Bæli
V5
Nr. 1 Bjørk Láberg og Verðandi frá Lítlu-Tungu
Nr. 2 Birgit Thomsen og Björk frá Hlemmiskeiði 3
Nr. 3 Jason Lützen og Ljómi frá Sólvangi
Samreiðssteypið vann Knút Lützen, og Kristiana Jespersen vann røktarsteypið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo