KVF: Mett fyri minnið eitur nýggja matsendirøðin, sum skal geva hyggjaranum íblástur at eta stuttflutt og burðardygt.
Fyrsti partur verður sendur í sjónvarpinum hóskvøldið.
Visti tú, at tú kanst eta ókrút?
Visti tú, at tú kanst nýta blóð ístaðin fyri egg?
Visti tú, at tú kanst fara ókeypis á seiðaberg í Nólsoy?
Nógv góð og bíligt mathugskot liggja goymd kring landið.
Og nøkur av teimum hevur mataktivisturin og verturin Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen sett sær fyri at fáa fram í ljósið í nýggjari matsendirøð, sum verður send í sjónvarpinum komandi hóskvøldini.
Sí brellbita: TRÝST HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo