Tórshavnar kommuna: Nú seint seinnapartin tendraði borgarstjórin nýggju LED-ljósini á Tórsvølli. Hesi tryggja, at ongin ljósdálking er og at ljósini bara lýsa niður á vøllin.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt, at hetta er enn ein stórur dagur fyri fótbóltin í Gundadali. Tí tað er longu langtsíðan, at verandi mastrar og ljósskipan á Tórsvølli vórðu bygd. Ljósið varð tendrað til spennandi dystin millum Føroyar og Italia í 2011, sum vit tíverri taptu við einum máli.
- Ljósskipanin var ikki væl móttikin av øllum – onkur ynskti ódnaðarveður og storm, tí ongin trúði uppá, at mastrarnar fóru at halda. Talan var um ávísan ampa og ljósdálking frá ljósunum, sum vit nú sleppa undan, tí talan er um LED-tøkni, sum ger, at ljósini bara lýsa á sjálvan vøllin.
- Seinastu árini eru avbjóðingarnar við ljósskipanini bara vorðnar størri og størri, t.d. sløknaði hon heilt undir einum landskappingardysti.
- Ymsar rakstrar- og viðlíkahaldsavtalur eru gjørdar hesi árini, umframt at Ítróttaranlegg eisini hevur tikið sær av viðlíkahaldi. Gjørt varð vart við, at ljósskipanin var í ringum standi og at tað var torført at fylgja við øllum avbjóðingunum.
- FSF og býráðið samdust tí um, at skifta ljósskipanina út. Ætlanin var alla tíðina, at ljósskipanin skuldi verða liðug til landsdystirnar í juni í ár.
- UEFA valdi IIS sum ráðgeva. Fyritøkan er hin fremsta innan ráðgeving av stadionljósum í Evropa og verður millum annað nýtt av UEFA, FIFA og Premier League.
- Talan er um LED-projektørar í mastrunum og á stadiontakinum. Tilboðsveitari er Musco Lighting Europe. Undirveitari hjá Musco Lightning hevur verið føroyska El-fyritøka LM Electric. Sum byggiharraráðgevi innan konstruktiónir og El, hevur LBF verið tilknýtt.
- Ráðgeving innan ljósgóðsku, ljósstýringar og útboð av hesum, er veitt av ensku ráðgevarafyritøkuni IIS. Og at tryggja atgongd til mastrarnar í útsynnings- og landsynningshorninum, hevur fyritøkan Grettir verið tilknýtt.
- Verkætlanin er skipað á sama hátt sum onnur byggistig av Tórsvølli, har Fótbóltssamband Føroya og Tórshavnar kommunan hava gjørt samstarvsavtalur. Henda samstarvsavtalan fevnir um at dagføra og endurnýggja ljósskipanina á Tórsvølli innanfyri ein karm uppá kr. 11 mió, har hvør parturin rindar helmingin av kostnaðinum.
- FSF hevur í tíðindaskrivi á teirra heimasíðu boðað frá, at nýggja ljósskipanin sum ætlað verður tikin í nýtslu leygardagin 17. juni, tá manslandsliðið tekur ímóti Kekkia í EM-undankappingardysti á Tórsvølli.
- Hjartaliga takk fyri stóran innsats, øll somul. Og eg skal býráðsins vegna ynskja fótbóltinum bestu eydnu í framtíðini – og ikki minst í nýggjum ljósi nú leygardagin móti Kekkia, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari røðu á Tórsvølli seinnapartin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo