Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fróðskapur hevur givið út bókina "Føroysk purisma: Føroysk orð ella orð í føroyskum?" eftir Jógvan í Lon Jacobsen, professara. Bókin er 264 síður. 

Bókin er skipað í tríggjar kapitlar. Fyrsti kapittul er ein søgulig gjøgnumgongd av purismu, har ið føroysk purisma verður sett í samband við norðurlendska og evropeiska purismu. Í øðrum kapitli verður tann føroyska purisman lýst sum samtíðarligt fyribrigdi, har ið hugburður til mál og málnýtslu verður viðgjørdur við støði í kanningum, sum eru gjørdar eftir aldarskiftið. Triði kapittul er av ástøðiligum slag. Hann snýr seg um málvariatión í føroyskum, og har verða viðkomandi ástøði umrødd.

Høvundurin sigur soleiðis um undirheitið:

- Orsøkin til undirheitið Føroysk orð ella orð í føroyskum við einum spurnartekni er, at tá ið vit tosa um føroysk orð, meina vit ofta við tey orðini, vit hoyra umtalað sum tey góðu, gomlu føroysku orðini, tey sonevndu arvorðini, sum so at siga altíð hava verið í málinum, t.d. armur, bátur, gera, nú, stórur. Men bókin snýr seg eisini um tey orðini í føroyskum, sum eru komin uttanífrá, t.d. krógv og dunna (úr keltiskum), trupul (úr eldri enskum), petti (úr fronskum), blíva, betala (úr donskum, uppr. úr lágtýskum), app, kjatt (úr enskum), cappuccino, pitsa (úr italskum), kaffi (úr arabiskum). Spurnarteknið í undiryvirskriftini kunnu fólk sjálv tulka.

Jógvan í Lon er professari í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er mag.art. í norrønari filologi frá universitetinum í Keypmannahavn og dr. philos. frá universitetinum í Bergen við ritgerðini Álvaratos who cares. Ein samfelagsmálvísindalig kanning av hugburði og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum.

Hann var ritstjóri á Føroyskari orðabók (1998) og ein av høvundunum at Faroese. An Overview and Reference Grammar (2004). Hann hevur skrivað bøkurnar Málmaðurin í útvarpinum 1-3 (2010-2013) umframt greinar í bøkur og tíðarrit. 

Hann undirvísir m.a. í málsøgu, samfelagsmálvísindum, orðabókafrøði, dialektologi og purismu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo